Forsíða
Kreditor
Debitor
Fastgjald
Rokningadepilin
eTrans
Tíðindi

Brúka GjaldSkipanina
Soleiðis virkar GS
Inngjaldskortið
Tilmelda gjaldsavtalur
Gjaldsyvirlitið
Avvís/frámelda rokning
Debitorreglur
Spurningar og svar

Brúka GjaldSkipanina - so kann tíðin brúkast til okkurt annað skilagott
Útskriva skjal

GjaldSkipanin hevur til endamáls at halda skil á tínum rokningum, so tær altíð verða goldnar til tíðina.

Tá tú hevur melda eina rokning til GjaldSkipanina, t.d. haldaragjald, útvarpsgjald, sjónvarpsgjald, trygging v.m., er eingin vandi fyri at tú skalt gjalda rykkjarakostnað ella rentur - tí sum sagt verða tínar rokningar altíð goldnar til tíðina.

Tú kanst melda sjálvvirkandi gjaldsavtalu til GjaldSkipanina hjá kreditori, í Netbankanum ella peningastovninum.

GjaldSkipanin er ókeypis fyri debitorar, og tí kanst tú spara nógvan pening við at tilmelda tínar rokningar. Eykakostnaður verður nevniliga lagdur afturat gjaldinum á inngjaldskortinum tá goldið verður.

Allar tilmeldaðar rokningar, ið skulu gjaldast komandi mánaðin, verða samlaðar á einum og sama gjaldsyvirliti, ið verður sent tær við postinum. Brúkar tú eina av omanfyrinevndu skipanum, fært tú eisini eina elektroniska útgávu av gjaldsyvirlitinum.

Gevi gætur!
Minst til at gjalda inngjaldskortið sum tú plagar, inntil rokningin sæst á gjaldsyvirlitinum við upphædd.