Forsíða
Kreditor
Debitor
Fastgjald
Rokningadepilin
eTrans
Tíðindi

Fakta og fyrimunir
Soleiðis virkar GS
GjaldSkipanin hjá tær
Inngjaldskortið
Talgilt inngjaldskort
Príslisti
Tilmeldingarskjøl
Innlatingarfreistir
Inngjaldsupplýsingar
Recordlýsingar
Leveransur
Kreditorreglur
Debitorreglur
FI-skipanin
Broyta kundanummur á gjaldsavtalum
Spurningar og svar
Hjálp og vegleiðing

Fakta og fyrimunir
Útskriva skjal

Við GjaldSkipanini kanst tú innkrevja pening við sjálvvirkandi gjaldsavtalum - ella við inngjaldskortið á pappíri, ið vit senda vegna teg.

Spar tíð og pening við GjaldSkipanini
Flestu føroyingar vænta í dag at kunna gjalda teirra rokningar við GjaldSkipanini - óansæð um rokningin kemur frá einum stórum virki ella einum lítlum felag. Hetta sparir tíð og pening - bæði fyri teg og kundan.

Varðveit yvirlitið
GjaldSkipanin gevur tær fult tamarhald á støðuni hjá kundanum. Tá gjaldingin er avgreidd, móttekur tú eina fílu við upplýsingum um allar framdar gjaldingar og møguligar avvísingar/afturflytingar.

Hetta hevur við sær, at innanhýsis bókingin og útlíkningin hjá tær gerst lættari, skjótari og effektivari.

Halt longri uppá kundarnar
Við GjaldSkipanini varðveita kundarnir sítt tilknýti í longri tíð, enn tá goldið verður manuelt ferð eftir ferð - í ávísum førum upp í 70% longri tíð. Virðið av hesum er mangar ferðir størri enn kostnaðurin av at brúka GjaldSkipanina.

Betri gjaldarar
Royndir vísa, at rokningar, ið eru meldaðar til GjaldSkipanina, hava munandi størri sannlíkni fyri at verða goldnar enn rokningar, ið verða sendar sum vanlig inngjaldskort á pappíri. Nógv virkir og feløg vita av royndum, at GjaldSkipanin merkir færri rykkjarar, og kontan fyri tap uppá kundar gerst munandi minni.

Afturat hesum kemur, at kredittvágin fyri rokningar undir 1.000 kr. er dekkaður av peningastovnunum, so leingi tín kundi hevur eina avtalu við peningastovn sín um at brúka GjaldSkipanina.

Spar pening til umsiting, prent og postgjald
Tey starvsfólk, ið higartil hava brúkt eina ørgrynnu av tíð og orku uppá at prenta og senda rokningar út, senda ístaðin eitt samlaða fílu við gjaldsupplýsingum til GjaldSkipanina - elektroniskt, bronglað og trygt yvir internetið.

Tað kostar at brúka GjaldSkipanina, men kostnaðurin er munandi minni enn um tú sjálv/ur skal senda hvørja einastu rokning.

Prísdømi