Forsíða
Kreditor
Debitor
Fastgjald
Rokningadepilin
eTrans
Tíðindi

Fakta og fyrimunir
Soleiðis virkar GS
GjaldSkipanin hjá tær
Inngjaldskortið
Talgilt inngjaldskort
Talgilt inngjaldskort - skjótt og trygt...
Faktablað
Príslisti
Tilmeldingarskjøl
Innlatingarfreistir
Inngjaldsupplýsingar
Recordlýsingar
Leveransur
Kreditorreglur
Debitorreglur
FI-skipanin
Broyta kundanummur á gjaldsavtalum
Spurningar og svar
Hjálp og vegleiðing

Talgilt inngjaldskort - skjótt og trygt...
Útskriva skjal

Beinleiðis í Mínboks
Talgilt inngjaldskort er eitt uppkrav, ið verður sent beinleiðis í Mínboks hjá móttakaranum. Inngjaldskortið hevur í fyrstu atløgu somu útsjónd sum eitt inngjaldskort á pappírið.

Seinni kemur ein nýggj loysn, har allar gjaldsupplýsingar eru útfyltar frammanundan, klárt til gjalding beinleiðis í Mínboks.

Við Talgildum inngjaldskorti fær tín fyritøka ikki bara eina sparing við at fara frá pappír til talgilt. Tað er samstundis ein góð tænasta yvirfyri tínum kundum at geva teimum ein lættan og skjótan máta at gjalda teirra rokningar uppá.

Fyrimunir við Talgildum inngjaldskorti

  • Munandi beinleiðis kostnaðarparing
  • Talgild inngjaldskort verða send dagliga
  • Fráboðan við telduposti um móttikin Talgild inngjaldskort
  • Áminning við telduposti um gjaldkomin Talgild inngjaldskort
  • Rykkjari við telduposti um Talgild inngjaldskort, ið ikki eru goldin til tíðina
Snið á Talgildum inngjaldskortum
Tvey ymisk snið eru at velja ímillum:
  • Sama snið sum inngjaldskort á pappírið (er við í grundprísinum)
  • Egið snið við egnum búmerki (er ikki við í grundprísinum)
Soleiðis virkar Talgild inngjaldskort
Við síni tilmelding til Mínboks góðtekur móttakarin, at inngjaldskort frá øllum sínum kreditorum verða send sum Talgild inngjaldskort í Mínboks.

Kreditor skal saman við uppkrøvunum til Elektron senda navna- og bústaðarupplýsingar, og møguliga eTalið hjá móttakaranum. Við støðið í móttiknu upplýsingunum frá kreditor vil Elektron kannað eftir, um upplýsingarnar hóska saman við øllum tilmeldaðum móttakarum.

Hóska navna-, bústaðar- og/ella eTal upplýsingarnar saman, verður Talgilt inngjaldskort sent í Mínboks. Hóska upplýsingarnar ikki saman, verður inngjaldskort á pappírið sent við postinum.

Inngjaldsupplýsingar
Tá móttakarin hevur goldið Talgilda inngjaldskortið, verður inngjaldsupplýsing send aftur til kreditor við upplýsing um kundanr., upphædd, gjaldsdag og møguligari tilvísing, um kreditor hevur sent tilvísing saman við uppkravinum til Elektron.